Brandávaringar

Roykalarmur

Bíligasta lívstryggingin er helst at gera íløgur í ein ella fleiri roykalarmar. Sum oftast er tað roykurin, ið drepur, og ikki eldurin. Tískil er tað av stórum týdningi, at ein varnast roykin sum skjótast.

Roykalarmar kunnu ikki forða eldinum í at birtast, men teir kunnu vera við til at avmarka skaðan og bjarga mannalívum.

Roykalarmar eru bíligir og finnast í ymiskum sniðum, men virka tó allir á sama hátt og eru lættir at seta upp.

Uppsetan av roykalarmum

Roykalarmar verða settir upp undir loftið so tætt við miðjuna á rúminum, sum møguligt. Teir skulu vera í minsta lagi 30 cm frá veggjum og lampum. Les vegleiðingina, sum fylgir við roykalarminum. Tryggja tær, at roykalarmurin verður settur upp har, sum tú hevur møguleika fyri at hoyra hann – eisini um tú svevur. Hevur tú sjónvarp á kamarinum, eigur tú eisini at hava roykalarm har.

Tú eigur í minsta lagi at hava ein roykalarm á hvørji hædd í húsunum og ein í hvørjum sovikamari.

Ikki tørv á roykalarmi?
Ein eldur kan birtast, hóast tú ert varin og hóast tú roykir ella ei. Eingin orsøk er til ikki at fáa sær ein roykalarm.
 
Ongar umberingar
"Eg havi eingi smábørn"
Eldur kann koma í óansæð um tú hevur børn ella ei.

"Eg eri ógvuliga ansin"
Eldur kann koma í óansæð, hvussu ansin tú ert - t.d. av einum skamlopi. Og eru øll í húsinum líka ansin sum tú?

"Eg royki ikki"
Tað eru nógvar aðrar orsøkir til at eldur kemur í - og tú hevur brúk fyri at verða ávaraður óansæð, hvussu eldurin byrjar.