Neyðrakettir og bluss

Neyðrakettir síggjast langa leið

Møguleikin fyri at verða sæddur er størstur, um tú sendir upp neyðrakett. Hon verður skotin meira enn 300 metrar upp í loft og dalar spakuliga niðuraftur í fallskíggja, meðan hon lýsir reytt. Ljósið skínur so bjart, at tað eisini sæst, tá ljóst er. Rakettin brennur í umleið 40 sekund og sæst í eini frástøðu upp til 5 fjórðingar.

Neyðbluss at nýta undir landi

Eitt neyðbluss brennur við reyðum eldi í umleið 1 minutt og sæst í eini frástøðu upp til 2 fjórðingar. Neyðbluss eru serliga væl hóskandi nær við land.

Roykbluss til tyrlubjarging um dagin

Eitt roykbluss gevur appelsinlittan royk frá sær í umleið 4 minuttir, men sæst bert í dagsljósi. Roykbluss eru væl hóskandi til tyrlubjargingar. Tveit blussið sum longst ímóti vindinum. Roykurin hjálpir flogskiparunum at meta um ættina og at finna røttu støðuna.