V-tal/Moms nr.: 579831
IBAN FO69 9181 00012029 11
SWIFT: EIKB FO TF
Sp/f Skrásetingar-nr.: 5314
OPIÐ ER:
Mánadag - fríggjadag:
8:00 - 17:00
Leygar- og sunnudag er stongt
Neyðrakettir og neyðbluss eiga bert at vera nýtt, um manningin er í neyð. Bíða altíð við seinastu rakettini/blussinum til sannlíkindi eru fyri at onkur fer at síggja hetta, t.v.s. tá tú sært eitt skip ella eina trylu. Her kanst tú lesa um, hvussu neyðrakettir og -bluss skulu handfarast á rættan hátt.
Send altíð rakettir við vindinum í ein vinkul, ið víkur 15° frá at vera loddrætt. Send eina rakett í senn – tær brenna í uml. 40 sekund.
Nýtir tú neyðrakettir við stuttari brennitíð (t.d. signalpistólar), skalt tú skjóta 2 rakettir eftir hvørja aðra við uml. ½ min. ímillum. Á hende hátt leggja fólk merki til ta fyrru og tann seinna raketting ger greitt at tú veruliga ert í neyð.
Virkar rakettin ikki í fyrstu syftu, eigur tú ikki at nærkast henni aftur. Tveit rakettina á sjógv skjótast gjørligt.
Hondbluss eigur at verða hildið í strektum armi út yvir lúnningina á skipinum ella bjargingarbátinum, soleiðis at tú ikki fært glóðir á teg. Halt fingrarnar á handtakinum, tí sjálvt rørið kann gerast rættiliga heitt. Fært tú ikki eld í blussið, skalt tú tveita tað so langt sum møguligt frá bátinum. Hygg aldri niður í eitt neyðbluss eftir at tú hevur fest eld í tað - nógv bluss hava eina seinking uppá 3 sekund.
Øll ljós- og roykbluss kunnu spreingjast í luftina. Halt tey tí burtur frá sólarljósi og hita. Tryggja tær eisini at tey ikki gerast fuktig, tí tá kann verða ómøguligt at fáa eld í tá umræður.