Bjargingarvestar

Ein bjargingarvestur er besta verjan

Velur ein tann rætta bjargingarvestin í mun til klæðini, ein er í, kann hesin nevniliga venda einum fólki í óviti á ryggin, soleiðis at einki vatn kemur í munn og nøs.

Tann vanligi bjargingarvesturin er eyðkendur við sínum stóra kraga, ið er fullur av flótandi tilfari, sum skal halda høvdið yvir vatnskorpuni. Fyrimunurin við hesum slagi av bjargingarvesti er, at tað ikki hevur so stóran týdning, um hol kemur á onkustaðni. Nakrir bjargingarvestar eru tó fyltir við luftposum ella løttum evnum, ið innihalda nógva luft (t.d. skúm). Kemur hol á ein slíkan vest, kann hesin lættliga missa evnini at bera einum uppi.