Sløkkiútgerð

Allir eldur byrjar í tí smáa, og tí er tað í byrjanini lættast at sløkkja við vanligari hondsløkkiútgerð, eitt nú við vatnslangu, pulvursløkkjara ella CO2-sløkkjara. Tað ganga tó sjáldan meira enn 3-5 minuttir, so er eldurin vorðin so stórur, at ikki ber til at sløkkja hann við hondsløkkiútgerð. Tað er tí sera týdningarmikið, at ein varnast eldin beinanvegin, og at ein veit, hvar sløkkiútgerðin er, og hvussu hon skal brúkast.