Sjálvreinsandi

Bjargingarbátar at kasta fyri borð

Sjálvreisandi bjargingarbátar at kasta fyri borð fáast til 25, 51, 101 og 150 persónar. Hesir lúka øll altjóða krøv og eru serliga ætlaðir ro ro-ferðafólkaskipum, til dømis Norrönu.
Bjargingarbátarnir verða monteraðir á glíðibanar á skipinum. Eisini slepst í bjargingarbátin beinleiðis frá dekkinum, um dekkið ikki er longri enn 1,5 m yvir havinum, t.e. á lítlum ferjum og ferðamannaskipum.

Sjóseting

Bjargingarbátar “at kasta fyri borð” frá VIKING, verða loystir frá haldaranum við at loysa útloysingarkrókin, og verða síðan kastaðir fyri borð, ella teir glíða sjálvir, tá teir verða loystir. Tá teir eru flotaðir, verður hálað fast í stavnatogið, og báturin er nú klárur til brúk.

Í sambandi við rýmingarskipanina verða bjargingarbátarnir fjarútloystir. Tá bjargingarbáturin er flotaður, verður hann bundin saman við uppblástu rýmingarskipanini. Bjargingarbáturin verður blástur upp við at hála fastliga í línuna, og hann er klárur at fara í.

David-aktiveraðir bjargingarbátar

David-aktiveraðir sjálvreisandi bjargingarbátar (DKFS) fáast til 25 og 39 persónar. Hesir lúka altjóða krøv til ro ro-ferðafólkaskip.
 
Sjóseting

David-aktiveraðir sjálvreisandi bjargingarbátar verða bundnir í davidarnar og blástir upp á dekkinum, soleiðis at fólk kann fara í teir beinleiðis frá dekkinum. Síðan verða bjargingarbátarnir flotaðir. Allir góðkendir bjargingarbátar skulu vera útgjørdir við eini sjálvvirkandi útloysaraskipan, sum loysir hann frá skipinum, tá tað fer undir.