eykalutur 01Koyrikort

Á lagur - Vørunr

§ 7. Koyrikort til bólk B (vanligan bil) gevur rætt at koyra:

1)   Persónbil við í mesta lagi 8 sessum, umframt førarasessin og hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg.

2)   Vørubil, hvørs loyvda heildarvekt í mesta lagi er 3.500 kg.

3)   Vognrað, sett saman av persón- ella vørubili og einum viðfestisakfari, hvørs  loyvda heildarvekt í mesta lagi er 750 kg.

4)   Vognrað, sett saman av persón- ella vørubili og einum viðfestisakfari, hvørs loyvda heildarvekt er meira enn 750 kg. Samlaða loyvda heildarvektin á vognraðnum kann ikki vera meira enn 3.500 kg, og loyvda heildarvektin á viðfestisakfarinum kann ikki vera meira enn eginvektin á bilinum við ískoyti av 50 kg. Við áseting av samlaðu loyvdu heildarvektini fyri vognraðið og loyvdu heildarvektini fyri viðfestisakfarið, sbr. 2. pkt., verður antin skrásetta heildarvektin á viðfestisakfarinum ella ein møguliga lægri ásett heildarvekt í skrásetingargrundarlagnum hjá bilinum nýtt.

5)   Trýhjólaða motorsúkklu.

6)   Traktor/motoramboð.

7)   2) Tey í § 5 a nevndu akfør.

8)   6) Lendisakfar.

Stk. 2. Fyri viðfestisamboð, ið ikki er skrásetingarskyldugt, verður loyvda heildarvektin fyri viðfestisakfarið, sbr. stk. 1, nr. 3 og 4, ásett við at nýta veruligu heildarvektina fyri viðfestisamboðið.

 

5) Bólkur E:

Bólkur B/E:

Ein persónbilur, bólkur B, íkoplaður eitt viðfestisakfar, hvørs veruliga heildarvekt í minsta lagi er 1.250 kg. Samlaða veruliga heildarvektin á vognraðnum skal antin á lógligan hátt kunna fara uppum 3.500 kg, ella eginvektin á bilinum skal vera meira enn 1.050 kg og veruliga heildarvektin á viðfestisakfarinum skal í minsta lagi vera 200 kg omanfyri eginvektina á bilinum.

Vognraðið skal kunna koyra við eini hægstu ferð, sum í minsta lagi er 100 km/t.

Lastrúmið á viðfestisakfarinum skal í fullari longd vera tilgjørt sum lokaður vørukassi ella bygt upp við lokaðari presending, sum í minsta lagi er eins høg og breið sum persónbilurin.

Umframt teir speglar, sum eru nevndir undir bólki B, skal bilurin uttan á báðum síðum vera útgjørdur við føraraspeglum, samb. Stakfyriskipanum um kravdar speglar, ásettir soleiðis, at teir kunnu nýtast av koyrilæraranum og próvdómaranum.

Undir verkligu koyriroyndini skal viðfestivognurin vera lastaður við í minsta lagi 50% av loyvdari last.

 

Kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru, sum seinast broytt við kunngerð nr. 60 frá 16. mai 2017 (Koyrikortkunngerðin)