Vanligir

Bjargingarbátar at kasta fyri borð

Hesin vanligi SOLAS-bjargingarbáturin fæst í støddum frá 6 til 50 persónar (verður nevndur DK).
Til serligan tørv fæst ein útgáva til 100 persónar (2 x 50 persónar bjargingarbátar, pakkaðir í eina bingju). Harumframt verður framleiddur ein 4 persóna bjargingarbátur (ikki SOLAS), ið líkur krøvini, sum verða sett til SOLAS. Serligir 4 persóna bjargingarbátar (nevndir DKC) verða framleiddir til fiskifør.

Sjóseting

Bjargingarbátarnir “at kasta fyri borð” frá VIKING, verða loystir frá haldaranum við at loysa útloysingarkrókin og kastaðir fyri borð, ella teir glíða sjálvir, tá teir verða loystir. Tá teir eru flotaðir, verður hálað fast í stavnatogið, og báturin er nú klárur til brúk.

Í sambandi við rýmingarskipanina verða bjargingarbátarnir fjarútloystir. Tá bjargingarbáturin er flotaður, verður hann bundin saman við uppblástu rýmingarskipanini. Bjargingarbáturin verður blástur upp við at hála fast í línuna, og hann er klárur at brúka.

David-aktiveraðir bjargingarbátar

Hesir fáast til 12, 16, 20, 25 og 35 persónar, (nevndir DKF).

Sjóseting

David-aktiveraðu bjargingarbátarnir frá VIKING verða bundnir í verða bundnir í davidarnar og blástir upp á dekkinum, soleiðis at fólk kann fara í teir beinleiðis frá dekkinum. Síðan verða bjargingarbátarnir flotaðir.