Sjálvreinsandi

Bjargingarbátar at kasta fyri borð

Sjálvreisandi bjargingarbátar at kasta fyri borð fáast til 25, 51, 101 og 150 persónar. Hesir lúka øll altjóða krøv og eru serliga ætlað ro-ro ferðafólkaferjum (t.d. Norrönu).
Bjargingarbátarnir verða monteraðir á glíðibanar á ro-ro ferjuni. Eisini ber til at fara umborð á bjargingarbátin beinleiðis frá dekkinum, um dekkið ikki er longur enn 1,5 m yvir havinum, t.v.s. á lítlum ferjum og ferðamannaskipum.

Sjóseting

Bjargingarbátarnir “at kasta fyri borð” frá VIKING, verða loystir frá haldaranum (við at loysa útloysingarkrókin) og kastaðir fyri borð, ella teir glíða sjálvir, tá teir verða loystir. Tá teir eru flotaðir verður hálað fast í stavnatogið og báturin er nú klárur til brúk.

Í sambandi við rýmingarskipanina verða bjargingarbátarnir fjarútloystir. Tá bjargingarbáturin er flotaður verður hann bundin saman við uppblástu rýmingarskipanini. Bjargingarbáturin verður blástur upp við at hála verður harðliga í línuna og hann er klárur til brúk.

David-aktiveraðir bjargingarbátar

David-aktiveraðir sjálvreisandi bjargingarbátar (DKFS) fáast til 25 og 39 persónar. Hesir lúka altjóða krøv til ro-ro ferðafólkaferjur.
 
Sjóseting

David-aktiveraðir sjálvreisandi bjargingarbátar verða íbundnir david-kranarnar og blástir upp á dekkinum, soleiðis at fólk kann fara umborð beinleiðis frá dekkinum. Síðani verða bjargingarbátarnir flotaðir. Allir góðkendir bjargingarbátar skulu vera útgjørdir við eini sjálvvirkandi útloysaraskipan, ið ger at hann loysnar sjálvur frá skipinum, tá tað fer undir.