Neyðrakettir og bluss

Neyðrakettir síggjast langa leið

Møguleikin fyri at verða sæddur er størstur, um tú sendir upp neyðrakett. Hon verður skotin meira enn 300 m upp í loft, og sveimar spakuliga niðuraftur í fallskýggja, meðan hon lýsir reytt. Ljósið skínur so bjart at tað eisini sæst tá ljóst er. Rakettin brennir í uml. 40 sek. og sæst í eini frástøðu upp til 5 fjórðingar.

Neyðbluss til brúk tætt við land

Eitt neyðbluss brennur við reyðum eldi í uml. 1 minutt og sæst í eini frástøðu upp til 2 fjórðingar. Neyðbluss eru serliga væl hóskandi nær við land.

Roykbluss til tyrlubjarging um dagin

Eitt roykbluss gevur appelsinlittan royk frá sær í uml. 4 minuttir, men sæst bert í dagsljósi. Roykbluss eru væl hóskandi til tyrlubjargingar. Tveit blussið so langt sum møguligt ímóti vindinum. Roykurin hjálpir flogskiparunum at meta um ættina og at finna røttu støðuna.