Sløkkiútgerð

Allir eldur byrjar í tí smáa og tí er tað í byrjanini lættast at sløkkja við vanligari hondsløkkiútgerð, so sum vatnslangu, pulvur- ella CO2 sløkkjarum. Tað ganga tó sjáldan meira enn 3-5 min. fyrr enn eldurin er vorðin so stórur, at ikki ber til at sløkkja hann við hondsløkkiútgerð. Tað er tí sera týdningarmikið at ein varnast eldin beinanvegin og at ein veit, hvar sløkkiútgerðin er og hvussu hon skal brúkast.