Sýn

Trygdareftirlit av sløkkiútgerð

Vit taka okkum av eftirliti og dag­føring av sløkki- og ávaringar­út­gerð. Vit kanna útgerðina fyri at tryggja okkum at alt virkar sum tað skal og eftirfylla og útskifta eftir tørvi.

Til ber at fáa eina fasta av­talu, har vit koma á vitjan eina­ferð um árið. Tit kunnu eisini senda boð eftir okkum, tá tit meta at tørvur er á tí.

Hava tit ikki frammanundan eina nøktandi sløkki- og ávaringarskipan eru vit eisini til reiðar at veita vælvirkandi heildarloysnir.

Vit støkka fegin inn á gólvið og kunnu geva okkara boð uppá, hvør besta loysnin er til júst tykkara tørv.  

Trygdareftirlit av bjargingarútgerð

Vit taka okkum av øllum eftirliti og dagføring av bjargingarbátum, bjargingarvestum og flótidraktum.

Vit kanna hvønn einstakan bjargingarbát, og alt sum í honum er,  fyri at tryggja okkum at alt virkar sum tað skal.

Vit støkka fegin inn á gólvið og kunnu geva okkara boð uppá, hvør besta loysnin er til júst tykkara tørv.